Breiðu brillustellini eru hættislig í ferðsluni

Nýggju mótabrillurnar við breiðum stongum gera tað at bilførarar við slíkum brillum ikki síggja nóg væl til síðurnar, sigur ein norskur koyrilærari sum ger vart við, at hetta kann koma at kosta mannalív



Breiðar brillustengur forða bilførarum í at hyggja seg nóg væl fyri, sigur norski koyrilærarin Aadne Fossnes við norska blaðið „Agderposten“. Hann er bangin fyri at hetta í ringasta føri kann koma at kosta mannalív.
 
Stengurnar á nýggju mótabrillunum eru alt ov breiðar. At nakar kann nýta tær sum  koyribrillur er fyri mær heilt ófatuligt, sigur Aadne Fossnes við blaðið. 
 
Hann skjýtur upp, at ikki verður loyvt at koyra bil við ”breiðu” brillunum. Eg nokti mínum næmingum at nýta hesar brillurnar, sigur hann.
 
Sven Gustav Paulsen, ráðgevi hjá ”Norges Optikerforbund”, viðgongur, at nýggju brillurnar kunnu vera ein trupulleiki, og at teir ráða fólki, sum koyra í ferðsluni, til ikki at nýta brillur við ov breiðum stongum.
 
Vit kunnu leggja afturat at tey, sum koyra við hesum brillunum, mugu vera til reiðar at flyta høvdið undir koyring, so sleppast kann undan vandamiklum blindvinklum.
 
Kelda: Ferðslutrygd