Sum vit skrivaðu í farnu viku, so kærdi Sóljan StÍF, fyri at tær í dystinum millum liðini ikki høvdu skrivað ein av málverjunum á dómaraseðilin fyri dystin.
Hondbóltssambandið hevur nú tikið støðu í málinum, og varð úrslitið, at StÍF fær eina ábreiðslu fyri hetta saman við eini bót upp á 500 kr.