Breið samgonga fer at tryggja stabiliet

Hann var forsætisraharri i Danmark stóran part av tíðíni meðan fullveldissamgongan sat. Næu Føroyar hava fingið eina breiða samgongu, heldur Poul Nyrup Rasmussen, at tað fer at tryggja meira stabil viðurskifti. Hann ynskir nýggja landsstýrinum við Jóannes Eidesgaard sum løgmanni góðan byr

Jan Muller, Kolding

? Eg vil fegin ynskja Javnaðarflokkinum og Jóannes Eidesgaard tillukku vid tí góða valinum og eisini við teirri nýggju ábyrgdini, sum Jóannes Eidesgaard hevur fingið sum nýggjur løgmaður, og eg ivist onga løtu i, at hann er maður fyri at kunna umsita hesa stóru uppgávu.

Hetta sigur fyrrverandi danski forsætisradharrin, Poul Nyrup Rasmussen við Sosialin. Hann heldur tað eisini vera sera gott fyri Føroyar, at landið hevur fingið eina breiða stjórn. Tað skapar størri stabilitet og savnar eisini størri part av fólkinum um ta leið, Føroyar vilja ganga.

Poul Nyrup Rasmussen sigur seg eisini vera sera samdan um ta kós, sum nýggja samgongan hevur sett ut í kortidð, at øki verða yvirtikin sohvørt ein heldur ein megnar uppgávuna fíggjarliga og politiskt, og tað eiga danir eisini at kunna innrætta seg eftir.

? Eg síggi ti møguleikan fyri einum góðum samstarvi i framtíðini og eina góða kós fyri Føroyar, sum eg avgjørt kann taka undir við.

? Tær hevði kanska dámt, at hetta landsstyrið var íkomið nakað fyrr?

? Tad er so ein onnur søgu. Men soleiðis er tað nú einaferð. Í einum demokratii kanst tu ikki altid »tima« tingini, sum ein heldur tey skulu vera. Tað avgerandi er, at tit nú fáa ein stabilan politiskan útvikling í Føroyum, sum eg haldi er sera sera gott fyri Føroya fólk og fyri Føroya framtíð, og eg trúgvi fult og heilt uppá, at hetta vil Danmark eisini og sjálvur vil eg eisini personliga gera mítt til at tryggja ein slikan útvikling.

Poul Nyrup Rasmussen luttok mánadagin á eini stórari fjølmiðlaráðstevnu í Kolding, har tey bæði stóru føroysku bløðini vóru umboðað.




::::MYNDTAKST::::
? Eg síggi ti møguleikan fyri einum góðum samstarvi i framtíðini og eina góða kós fyri Føroyar, sum eg avgjørt kann taka undir við, sigur Poul Nyrup Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri í Danmark