Formaðurin í sambandsflokkinum og løgmaður eru væl nøgdir við fundin teirra millum í dag Í dag var fundur millum Jóannes Eidesgaard, løgmann og Kaj Leo Johannesen, formann í sambandsflokkinum, og sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum eru teir samdir um, at tað er neyðugt við eini breiðari samgongu.
-Nú fari eg at greiða tingbólkinum frá. Vit hava fyrr ikki havt trupulleikar av at samstarva við Javnaðarflokkin, sigur Kaj Leo Johannesen, sum ikki útilokar nakað, heldur ikki samstarv við Tjóðveldi, men enn eru tey ikki komin har til, sigur hann við Kringvarpið.
Løgmaður sigur, at fundurin við formannin í sambandsflokkinum var positivur og konstruktivur.









