Vegagerð
Oyrareingir: Fyrr í mánaðinum varð nevniliga hildin lisitasjón yvir hetta arbeiðið, har tvey undirhondsboð vóru komin inn annað frá Articon og hitt frá Tórhalli Hansen & Zachariasi Jakobsen.
Boðið frá Articon var góðar 853.000 kr. og boðið frá Tórhalli Hansen & Zachariasi Jakobsen góðar 806.000.
Fólk frá Landsverki hava síðani havt samráðingar við umboð fyri Tórhalli Hansen & Zachariasi Jakobsen, sum byrjaðu hetta arbeiðið í farnu viku.
Talan er her um at breiðka teir seinastu 100 metrarnar yvir til Dalánna, ið liggur framvið landsvegnum í Kollafirði. Hetta verður gjørt frá teirri breiðkingini, sum varð framd nærri Oyrareingjum fyri nøkrum árum síðani.
Eftir ætlan skal henda breiðkingin verða liðug áðrenn árið er úti.










