Breiði vegurin skal røkka longur út um landið

FT Samskifti ætlar sær næsta árið at fáa breiðband-internetið longur út kring landið, og við endan av næsta árið skulu 96 prosent av bygdum øki verða dekkað. Tá roknar FT Samskifti við, at talið á breiband-haldarum kann verða tvífaldað

Í hesum døgum ger FT Samskifti eitt stórt átak við nýggjum prísum og hægri ferð á breiðband-interneti. Men tað eru fólk kring landið, sum ikki kunnu verða við í internet-gildinum.
Fólk í bygdum sum Viðareiði, Hvannasundi, Nólsoy, Húsavík og Sumba eru millum tey, sum ikki enn eru umfata av tilboðnum um breiðband frá FT Samskifti.
 Vit hava lagt eina ætlan fyri útbyggingar í hesum árinum og næsta ár. Tá ið 2006 er komið at enda, rokna vit við at røkka millum 95 og 96 prosent av bygdum øki í landinum, sigur Richard Mortensen, stjóri í FT Samskifti.

Talið kann tvífaldast
Bygdirnar, sum nú standa fyri tørni at sleppa út á tann breiða internet-vegin, eru Viðareiði, Norðdepil, Hvannasund, Depil, Norðtoftir, Funningsfjørður, Nólsoy, Haldarsvík, Kvívík, Skálvík, Húsavík, Fámjin og Sumba.
Í løtuni eru 3.300 hald av breiðbandi í landinum  tá ið allir veitarar eru taldir við  men FT Samskifti roknar við, at hetta talið verður nógv hægri um hálvtannað ár.
 Tað er ein øgiligur áhugi fyri at fáa breiðband í hesum døgum, og hetta er eitt tað størsta vakstrarøkið hjá okkum. Gongur alt, sum vit ætla, so kunnu tað verða tvífalt so nógvir breiðband-haldarar síðst í 2006, sum tað eru í dag, sigur Richard Mortensen.