Breiðbandið verður skjótari

Nýggju breiðbandspakkarnir frá Føroya Tele eru dýrari hjá teimum smáu og bíligari hjá teimum stóru. Ferðin á mest vanligu breiðbandshaldunum frá Føroya Tele, sum í dag eru 1 og 2 MB, verður frá 1. november tvífaldað upp í ávikavist 2 og 4 MB. Harumframt økist ferðin á haldinum, sum í dag er 4 MB, upp í 6 MB.

Prísurin á bíligastu haldunum hækkar í nýggja pakkanum við 15 krónum um mánaðin, men ferðin verður tvífalda úr einum upp í tvey MB.

Í dag fáast 2 MB flatrate fyri 450 krónur um mánaðin, men frá 1. november rinda hesir haldarar 470 krónur um mánaðin fyri 4 MB.

Prísurin fyri 4 MB er í dag 620 krónur um mánaðin, og hann verður óbroyttur, tá ferðin á hesum haldi økist upp í 6 MB. Ferðin á 8 MB haldinum verður óbroytt, men prísurin lækkar úr 985 kr til 825 kr um mánaðin.

Minstu haldini á 0,5 MB bera seg ikki fíggjarliga, og tey eru harafturat ov lítil til at nøkta framtíðar tørvin hjá flestu kundum. Tey vera tí ikki nýtekna framyvir, og mánaðargjaldið fyri hesi hækkar 30 krónur, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi.