Gott internetsamband er líka týdningarmikið fyri samfelagið sum streymveiting, vegir og vatnleiðingar. Tí má skundast undir útbreiðsluna av breiðbandi, so føroyingar ikki verða afturútsigldir á kt-økinum.
Tað heldur formaðurin í KT-felagnum, Ólavur Ellefsen, sum eisini er stjóri fyri kt-fyritøkuna Simprentis.
Hóast telefeløgini í hesum døgum fáa nógvar bíleggingar upp á breiðband internetsamband, so hevur vøksturin í breiðbandinum ikki mát við gongdina í nógvum av okkara grannalondum.
? Við ársbyrjan høvdu eini trý prosent av føroyingum breiðband, og hóast vøksturin í ár hevur verið stórur, er langt upp til onnur framkomin lond, sigur Ólavur Ellefsen.
? Breiðbandið er ein partur av okkara infrastrukturi og hevur avgerandi týdning fyri vitanarsamfelagið. Vilja vit vitanarsamfelagið, so mugu vit eisini hava breiðband. Onkur má skunda undir útbreiðsluna, tí tað gongur ov seint. Í løtuni fáa nógv sær breiðband, men vandin er, at hetta er ein stuttur, stórur vøkstur, sum fer at steðga, tá ið 15 ella 20 prosent av føroyingum hava fingið sær breiðband. Tað er langt frá nøktandi fyri samfelagið, sigur hann.
Ov dýrt
Ein orsøk til, at føroyingar ikki hava fingið sær breiðband í sama mát, sum onnur fólkasløg hava, kann vera, at breiðbandið er væl dýrari í Føroyum enn í øðrum londum.
Í nógvum londum verður sonevnd flat-rate avrokning nýtt, og tað merkir, at prísurin er tann sami, líkamikið hvussu nógv og hvussu leingi tú brúkar internetsambandið. Í Føroyum verður partvís goldið eitt fast gjald, men eisini fyri nýtsluna, um nýtslan er størri enn ásett, og tað skapar avmarkingar.
Formaðurin í KT-felagnum heldur eisini, at prísurin á breiðbandi kann forða fyri skjótu útbreiðsluni.
? Gera vit einki fyri at skunda undir útbreiðsluna av breiðbandi, so kunnu tað ganga eini 15 ella 20 ár, áðrenn øll hava fingið breiðband. Tað ber als ikki til, skulu vit samanbera okkum við onnur framkomin samfeløg, sigur Ólavur Ellefsen, formaður í KT-felagnum.
Prísurin skal niður
Stjórin á Føroya Tele ásannar, at breiðbandið er avgerandi týdningi fyri samfelagið, og hann fegnast um, at føroyingar nú rættiliga taka skjóta internetsambandið til sín.
? Vit hava brúkt nógv longri tíð enn onnur lond at fáa gongd á útbreiðsluna á breiðbandi, men nú eru vit við at koma í gongd. Eini 2000 húsarhald hava nú breiðband, og vit eru farin at nærkast okkum einum europeiskum miðaltali, sigur Andras Róin.
Prísirnir í Føroyum eru tó ikki í nánd av einum europeiskum miðaltali, tí føroyingar gjalda lutvíst meira fyri skjóta internetsambandið enn onnur lond.
? Um tú samanber prísirnar hjá okkum og í eitt nú Danmark, har tey hava nógv góð tilboð, so eru okkara prísir umleið tvífalt so høgir. Vit vildu gjarna havt ein lægri prís, men Fjarskiftiseftirlitið noktaði okkum tað, tí teir vildu hava, at aðrir veitarar skuldu hava ein kjans í kappingini, sigur Andras Róin.
? Prísurin fyri nýtsluna av breiðbandi má niður, og vit vita eisini, at tað er eitt stórt ynski um at fáa flatrate. Tað vísir seg bara, at hava vit einki loft á nýtsluni, so verður internetið mibrúkt av lutvíst fáum fólkum, sum seta seg á allan kapasitetin við at downloada eitt nú dvd-filmar, sigur Andras Róin.
Stjórin á Føroya Tele heldur, at ein møguleiki er at hava eitt væl hægri loft á nýtsluni. Hendan variatión av flatrate verður brúkt í onkrum londum, og tað er kanska ein loysn, sum føroyingar kunnu brúka, heldur hann.
Tað almenna kann vera við
Tá ið nýggi FAR-ICE kaðalin varð tikin í nýtslu, kundu føroyingar fáa veruligt breiðband. Kapasiteturin á nýggja kaðalinum til útlandið er sera stórur, og Føroya Tele keypti seg inn á kaðalin.
Tað kostaði eina stóra millióna upphædd, men tað skal nógv til afturat. Útbyggingar skulu eisini gerast í Føroyum, og har er nógv eftir enn, tí í løtuni umfatar breiðbandið bara 80 prosent av landinum.
? Vit gera íløgur á hvørjum ári fyri einar 50 ella 60 milliónir krónur, og ein part av tí kunnu vit brúka til breiðband. Tí fer tað at taka tíð at byggja út, og skulu vit náa øllum landinum eftir stuttari tíð, so má okkurt annað gerast, tí tað fer at kosta einar 100 milliónir, sigur Andras Róin.
Formaðurin í KT-felagnum heldur, at eitt átak at skunda undir útbreiðsluna av breiðbandi, kundi verið, at tað almenna ? eins og íslendska stjórnin ? fíggjar ein part av uttanlandssambandinum, og harvið stuðlar útbreiðsluni av breiðbandi í Føroyum.
? Fólk í vinnuni eru ikki á einum máli um leiklutin hjá tí almenna, og heldur ikki í KT-felagnum er full semja um tað, men mín meining er, at breiðbandið verður líka týdningarmikið fyri føroyska samfelagið sum annar infrastrukturur, og tí kundi tað almenna verið við í at menna samfelagið á hesum øki, sigur Ólavur Ellefsen.
Ov nógv ófriður
Stjórin í Føroya Tele er ikki heitur fyri, at tað almenna kemur upp í, tí hann stúrir fyri, at politisk áhugamál verða drigin upp í, og at útbygginginar skulu viðgerast í løgtinginum, áðrenn tær verða gjørdar.
? Eg haldi, at vit skulu lata tey fólkini, sum hava skili fyri hesum, avgera tað, sigur Andras Róin.
Men um útbreiðslan av breiðbandi í Føroyum ikki gongur nóg skjótt, og tað almenna ikki skal verða við til at skunda undir hetta, hvør onnur loysn kann so koma upp á tal.
? Ein møguleiki hevði verið at einskilt ein part av einum samlaðum Føroya Tele, lagt ein part av pengunum í landskassan, men síðani brúkt einar 100 milliónir ella meira til at gjørt eitt rættiligt lop við útbreiðsluni av breiðbandi, sigur Andras Róin.
Hann sigur tó, at Føroya Tele hevur trupult við gera langtíðarætlanir í løtuni og fara undir stórar íløgur, tí framtíðin hjá felagnum er so óviss. Andras Róin vísir á, at spurningurin um tað digitala sendinetið er ein partur av sama máli, og her vilja summi hava netið tikið frá Føroya Tele og latið nýggja loftmiðlastovninum. Harafturat halda summi, at Føroya Tele skuldi verið býtt sundir í fleiri feløg, tí tað er blivið ov stórt.
? Alt hetta ger tað trupult hjá okkum at arbeiða, og vit høvdu ynskt okkum eina avkláring og frið, so vit kunu lagt ætlanir fram í tíðina, sigur Andras Róin.
KT-vinna ber til
Tá ið talan er um eina menning av føroyska samfelagnum, eru stjórin á Føroya Tele og formaðurin í KT-felagnum á einum máli um, at tøkniliga menningin ? harímillum breibandið - er ein avgerandi fortreyt.
? Føroyar eru ikki ov lítlar til at hava eina kt-vinnu, vit kunnu saktans verða við, men tað krevst, at vit gera tær neyðugt tøknilig útbyggingarnar. Vit mugu hava ein heimamarknað, áðrenn vit kunnu fara út í heim við kt-loysnum, sigur Ólavur Ellefsen.
Stjórin á Føroya Tele heldur, at nógvir møguleikar eru við eini kt-vinnu.
? Onnur lond satsa nógv upp á kt-vinnu í løtuni, og tað hevði verið upplagt, at vit eisini royndu at vera við, sigur Andras Róin.
- - -
Breiðband
Breiðband er skjótt internetsamband, sum byggir á ADSL-tøknina. Hendan tøknin brúkar verandi telefonlinjur til skjótt digitalt samband. ADSL-tøknin ger tað møguligt at sleppa út í heim umvegis telduna í heiminum.
Eitt serligt modem verður brúkt, og breiðbandið órógvar ikki telefonsambandið, tí tað brúkar ein annan frekvens enn vanliga telefonin.
Breiðbandið skapar nýggjar møguleikar við internetinum, tí sambandið er nógv skjótari enn uppringda sambandið. Breiðbandið er meira ómakaleyst ? tað er altíð opið, ferðin er munandi skjótari, møguleikarnir at flyta tónleik, myndir, ljóð og annað umvegis netið verða størri, og tænasturnar, tú kanst brúka, verða alt fleiri.
Í Føroyum bjóða fleiri veitarar breiðband.










