Breiðband um næstan alt landið

Føroya Tele dekkar nú 94% av landinum við breiðbandi

- Tað kennist so løgið soleiðis at tosa gjøgnum eina teldu, eg kenni meg so fremmandgjørdan, helt Andras Róin, stjóri á Føroya Tele fyri, tá hann eisini tosaði við Hilmar Joensen í Nólsoy umvegis telduna á skrivstovuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra fríggjamorgunin.

Andras Róin sigur, at Føroya Tele nú dekkar 94% av landinum við breiðbandi.
- Málið er sjálvandi at dekka alt landið, og vit vænta, at innan næstu tvey árini eru vit komin upp um 96%, segði hann.

Hann sigur, at tað ikki bara er ein spurnigur um pengar, men at tað eisini er spurningur um orku hjá Føroya Tele at klára tað. Fyri at kunna veita brieðbandtænastu, so krevst at støðir verða settar upp, soleiðis at linjulongdin ikki er meira enn fýra kilometrar millum støðina og brúkaran.

Samanborið við donsk viðurskifti, so er Føroya Tele væl við í kappingini, tí meðan Danmark hevur 95% dekning av breiðbandi, so hava vit umleið tað sama  94%.

Andras Róin sigur eisini, at Føroya Tele ikki hevur veitingarskyldu viðvíkjandi breiðbandssambandi. Tí nýtist teimum ikki at dekka øki, har tað handilsliga ikki kann betala seg.

- Men tað hevur nógv at siga fyri okkara image, at vit kunnu veita somu tænastur um alt landið, sigur Andras Róin.