Breiðband til havs

Føroya Tele bjóðar nú breiðband út á 60 fjórðingar – nevnt SjóNet. Ferðin er upp í sjey Mbit/s

Eirikur Lindenskov

– SjóNet gevur nú okkara sjó­fólki møg­u­leika fyri skjótum inter­neti um­borð, sigur Føroyar Tele, sum í gjár kom við nýggja tilboðnum.
Føroya Tele hevur sett fýra send­i­støðir upp, sum senda brei­ð­band út á sjó­øki kring all­ar Før­oy­ar. So­statt fáa skip og bát­ar, sum sigla í før­oysk­um sjógvi, stórt sæð somu møg­u­leik­ar fyri nú­tím­ans breið­bands­sam­skift­i, sum fólk á landi hava.
Skip og bátar, sum vilja hava breiðband umborð, skulu hava eina uttandura an­tennu fyri at móttaka 3G sign­alið. Við hesum ber til at hava tráð­leyst int­er­net á skipi­num, og um neyðugt ber til at leggja kaðalar, soleiðis at int­er­netið er tøkt á øllum skip­i­num.
– Vit vilja við hesum geva okk­ara sjó­fólk somu til­boð at sam­skifta og dag­føra seg, sum fólk á landi hava. Sjó­Net inn­i­ber stór­ar fyr­i­munir, sum geva betri sam­skift­i­­­­s­møg­u­leik­ar mill­um reið­arí og skip. Fjar­støð­an verð­ur ikki longri enn hjá ar­beiðs­pláss­um á landi, og manningin kann hava bein­leið­is sam­­band við vin­­ir og fam­ilju, nær tað skal vera, sig­ur Hans Jákup Langgaard, leið­ari á Vinn­u­deild­ini hjá Føroya Tele.
SjóNet verður markn­að­ar­ført við slag­orð­i­num »fá alt við umborð«, ið kann skilj­ast breitt. Tað er skjótt at dag­føra seg við at hoyra og lesa tíðindi ella síggja Dag og viku. Tað er lætt at fylgja familju og vinum, t. d. á Face­book, og harvið kanst tú halda sosiala netverkið við­líka, eins væl og sat tú við teld­u­na heima við hús.
SjóNet koyrir á 900 MHz, sum gevur møguleika fyri høg­um breið­bands­ferð­um heilt út á 60 til 70 fjórðingar. Til ber at tekna hald við yms­um ferð­um. Lítla haldið hev­ur eina ferð upp til 2 Mbit/s, van­ligt hald er upp til 5 Mbit/s og stórt er upp til 7 Mbit/s. Tað er Wikmar, ið set­ir upp SjóNet.
SjóNet virkar frá 5. apríl. Før­oya Tele er við á Fish Fair ráðstevnuni, sum er í døg­u­num frá 5. til 7. apríl, har eis­ini SjóNet verður víst fram.