Breiðband út á 60 fjórðingar

Nú ber eisini til hjá sjófólki at fáa skjótt internet umborð á skipini heilt út á 60-70 fjórðingar. Tað er Føroya Tele, sum nú bjóðar okkara fiskiflota eina tænastu, tey nevna SjóNet og ferðin á breiðbandinum er upp til sjey Mbit/s.

Annars ber eisini til at seta seg fyri einum minni haldið upp á upp til tvey Mbit/s ella einum øðrum haldið, sum er upp til 5 Mbit/s.

Føroya Tele hevur sett fýra sendistøðir upp, sum senda breiðband út á sjóøki kring allar Føroyar.

Sostatt fáa skip og bátar, sum sigla í føroyskum sjógvi, at kalla somu møguleikar fyri nútímans breiðbandssamskifti, sum fólk á landi hava.

Skip og bátar, sum vilja hava breiðband umborð, skulu hava eina uttandura antennu fyri at taka 3G signalið. Við hesum ber til at hava tráðleyst internet á skipinum, og um neyðugt ber til at leggja kaðalar, soleiðis at internetið er tøkt á øllum skipinum.