Breiðari støði

Oddagrein:

Løgmaðir roynir at gera samgongustøðið breiðari. Tað er eingin lættur setningur hjá løgmanni at royna at styrkja eitt grundstøði, ið tykist vera farið at at ryðja undan. Tað er tó greitt, at løgmaður metir ikki støðið í samstarvsavtaluni við Sjálvstýrisflokkin at vera haldgott. Hann roynir tí eftir breiðari støði. Løgmaður hevur mist trúnna á Sjálvstýrisflokkin. Ein orsøkin kann verða atburður Sjálvstýrsifloksins undir viðgerðini av málinum um vinnuligan fiskiskap, sum avdúkaði, at politisku sjónarmiðini hjá tinglimum floksins eru sum dagur og nátt. Løgmaður kann hava mett, at fiskidagarnir eru valla hitt einasta málið, har Sjálvstýrisfloksins tingmenn eru ósamdir. Ein minnilutastjórn við Sjálvstýrisflokkinum sum álit fór sostatt ikki at geva tann politiska stabilitet, sum løgmaður leggur so stóran dent á.

 

Løgmaður fer so til Sambandsflokkin, samstundis sum hann boðar frá, at hann nú miðar móti eini meirilutastjórn. Tað er óvist, hvørt løgmaður hevur boðað Sjálvstýrisflokkinum frá frammanundan, at hann nú fór at venda sær til stóru andstøðuflokkarnar. Formaður Sjálvstýrsifloksins var so mikið firtin í fjølmiðnum í gjár, at hetta kundi bent á, at flokkur hansara ikki var kunnaður. Er hetta so, ja, so er álitið millum løgmann og Sjálvstýrisflokkin farið, og so er tann minnilutasamgonga, sum fleiri so ovurfegin lovprísaðu fyri bert viku síðan, vera endaliga fokin.

 

Sambandsflokkurin tykist áhugaður í at koma í samgongu, men treytir hansara eru so harðar, at tær neyvan verða góðtiknar av Tjóðveldi og Miðflokki. Tað er neyvan av tilvild, at fíggjarmálaráðharrin dagin eftir kunnger, at hann nú leggur blokkniðurskurðin upp á hundrað milliónir á landsstýrisborð. Sostatt verður lættari sagt enn gjørt at taka Sambandið upp í verandi samgongu.

 

Tað er eitt sindur ógreitt, hvussu Tjóðveldi stillar seg til útspæl løgmans. Tað er óhugsandi, at løgmaður ikki hevur ráðført seg við Tjóðveldi, áðrenn hann fór undir sínar sonderingar, so her man onkur fressalúka standa opin. Sambandsflokkurin tykist vera tann borgarligi flokkur, sum Tjóðveldi best sampakkar við, so henda loysn er ikki óhugsandi, treytað av at Tjóðveldi sleppur at hava Miðflokkin innanborða. Hevur løgmaður hinvegin ikki tryggjað sær viðhald frá Tjóðveldinum, so kann hann skjótt fáa ein álvarsaman trupulleika og harvið spæla sær kortini av hendi.

 

Um løgmaður nú fær trupulleikar við sínar samgonguflokkar, hevur hann møguleikan at royna gomlu samgongu, um hann ikki skal útskriva val ella leggja kongin. Gamla samgonga kundi møguliga tryggjað tann stabilitet, sum løgmaður leggur so stóran dent á, men her eru nógvar forðingar, eitt nú blokkur, skattapolitikkur og fiskivinnupolitikkur. Enn er ov tíðliga at spáa um úrslitið av royndum løgmans, men givið er, at hann frá nú av má stíga sera varliga, um hann vil varðveita sessin.