Breiðar semjur?

Løgmaður hevur fingið sær til fastan sið í hvørji ólavsøkurøðu síni at koma við landsfaðirligum formaningum og áheitanum á samgonguflokkar eins og á andstøðuflokkar. Hetta riggar altíð væl. Hetta gevur fatan av fólkaræðiligum hugsunarhátti. Í ár var tað so tær breiðu semjurnar, sum vóru á lofti. Løgmaður lovaði at byggja sóin politikk á breiðar semjur á tingi. Hetta kann bert merkja, at hann sigur seg vilja samstarva við andstøðuna ella við partar av henni. Nú verður so endi á tí meirilutaræði, sum vit hava havt nú í fimm ár. E eingin skal nú ivast í, at løgmaður gongur inn fyri fólkaræði, ið sum kunnugt er samstarv tvørtur um floksmørk og samgongumørk. So vítt so gott. Soleiðis eigur tað at vera.

Men hvør er so veruleikin, tá tað kemur til at fremja tey føgru orð í verki? Tað skerst ikki burt, at líta vit at politiska veruleikanum hesi fimm árini fáa vit tíverri eina heilt aðra mynd, ið stendur í andsøgn til føgru orð løgmans. Higartil hava at kalla øll stór mál verið trumfað ígjøgnum løgtingið við einum lítlum meriluta, uttan at andstøðan hevur havt tað minstu ávirkan á úrslitið. Heldur verður fólkið eftirspurt við t.d. fólkaatkvøðum. Talan er mangan um mál, ið viðkoma øllum landsins borgarum. Vit kunnu nevna blokkin og yvirtøkurnar, grundlógarmálið og mong onnur mál. Tað er als einki at ivast í, at var tað so, at løgmaður ynskti at fremja stór mál á breiðum grundarlagi, so bar hetta til. Men hetta vildi kravt, at ein setti seg við samráðingarborðið og tryggjaði andstøðuni, at hon fekk ávirkan á málini. Soleiðis verður ikki farið fram. Tvørturímóti, so verða málini bókstaviliga koyrd ígjøgnum løgtingið uttan, at sjónarmiðini hjá andstøðuni verða tikin til eftirtektar.

Tað, sum vit hava upplivað hesi seinastu fimm árini, er, at sera stór og álvarsom mál verða avgjørd við einum sera teprum meiriluta á tingi. Ein lítl meiriluti ger suverent av, hvussu sera stór og týdningarmikil mál, ið viðkoma øllum fólkinum skulu avgerast. Hetta er kanska løgfrøðiliga í lagi. Men hetta er ikki moralskt og demokratiskt í lagi. Tað má tí vera skylda løgmans framyvir at lata síni føgru orð fáa fylgi av eins føgrum gerðum. Einki er so niðurbrótandi fyri álitið á ein politiskan leiðara, enn tá samanhang ikki er millum orð og gerðir. Tí má løgmaður í tí, sum eftir er av valskeiðinum, gera ein heilhjartaðan og álvarsaman innsats fyri at koma á tal við andstøðuna, soleiðis, at andstøðan eisini fær ávirkan á tær stóru avgerðirnar, sum fara at verða tiknar.