Í gjár skrivaðu Jóhanna Lava Køtlum, stjóri í Fiskaaling, og Poul Michelsen, landsstýrismaður, undir semjuskjal um at skipa ein leist fyri altjóða menningarsamstarv, sum ber í sær, at Føroyar í størri mun fara at brúka vitan og førleikar í samstarvi við menningarlond.
Ætlanin er, at viðkomandi fólk úr londum, har aling er á menningarstigi, í eina tíð fáa høvi at arbeiða hjá Fiskaaling við tí fyri eyga at fáa innlit og kunnleika til aling, sum kann nýtast víðari í heimlandinum.
- Talan kann tí vera um til dømis skiftislestur fyri lesandi, uppihald hjá vísindafólki ella førleikamenning hjá starvsfólki, sum í menningarlondum arbeiða við somu økjum, sum Fiskaaling hevur serliga vitan um, boðar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið frá.
- Semjuskjalið er enn eitt fet á leiðini hjá almennu Føroyum at brúka føroyska vitan og føroyskar førleikar heldur enn einans at lata reiðan pening. Tað er samstundis við til í størri mun at menna báðar partar,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
Eftir ætlan koma fyrstu fólkini til Fiskaaling seinni í ár.