Jón Guttesen
_______________
Skjúrtuermar eru brotnar upp, slipsaknúturin loystur, samgonguskjal smíðað og breið semja er á breddanum. Men hvat fáa vit - ella ikki, viðvíkjandi vinnuni.
Breiða semjan um at gera mismun á vinnum
Fólkaflokkurin hevur hendingaferð tosað um eina studningsfría vinnu, men formaður floksins hevur greitt staðfest, at politikkurin er »tað sum ikki kan standa noyðist ikki at fella«.
Virkandi formaður Sambandsflokksins hevur úttalað, at flokkurin er fyri einari studningsfríari vinnu, meðan landstýrismaður floksins við fiskivinnumálum sigur í viðtalu við útvarpið sama dag, sum hann er útnevndur, at skattalætti til rækjuvinnuna við innliman í FAS skipanina ikki skal roknast fyri at verða studningur.
Javnaðarflokkurin meinar eyðsýnt ikki, at studningsfrí vinna er eitt endamál í sær sjálvum, og hevur tí ikki havt hetta frammi í valstríðnum.
Samgonguskjalið nemur ikki við studning til vinnuna sum heild, men við studning til alivinnuna. Alivinnan skal verða búskaparliga sjálvberandi verður sagt. Hetta hava menn tó gloymt, longu áðrenn samgonguskjalið er undirskrivað, tá teir tala um at veita skattafyrimunir til alivinnuna.
Samanumtikið er breið semja um, at skattafyrimunir til ávísar vinnugreinir ikki er studningur, breið semja um at veita studning til ávísar vinnunugreinir. Samanumtikið er breið semja um at gera mismun á vinnum.
Breiða semjan
? um andøðvsróður viðvíkjandi fjøltáttaðari vinnu og gransking.
Samgonguskjalið er ikki »visionert«, sum ovurfegni leiðarin í Sosialinum vil verða við. Á leið somu orðingar eru at finna í samgonguskjølunum frá 1998 og 2002 - tó eru orðingarnar hesaferð ikki stuðlaðar og útgreinaðar við ítøkiligum átøkum. Fyritreytirnar verða settar upp, men ítøkilig mál eru eingi, og eingin mátistokkur verður settur.
Eingi frambrot í granskingini, samskipan er lyklaorði. Hetta leggur man áherðslu á við at senda sama flokk og sama mann at manna sessin í Vinnumálaráðnum. Samskipan er ikki annað enn samskipan, samskipan av ov fáum krónum gevur aldri meir enn ov fáar krónir.
Samanumtikið - lyftir samgongan ikki hond frá síðu viðvíkjandi fjøltáttaðari vinnu og gransking, so er samgonguskjalið fylgt.
Gongda leiðin
Ganga vit út frá, at ein króna brúkt til gransking lønar seg fleirfaldað aftur, tá úrslitini verða gagnnýtt, eigur gransking at verða eitt endamál í sær sjálvum. Málsetningurin átti at verði, at nøgdin av peningi nýttur til gransking skal útgera størri og størri part av fíggjarlógini. Málið átti at verið gjørt ítøkiligt við einum procenttalið.
Vinnan klárar ikki sjálv at bera granskingina frameftir, tann ábyrgdin liggur á undirvísingarøkinum. Men vinnan skal verða við og til hetta endamál átti skattafyrimunirnir at verða nýttir - her kann vinnan stuðlast. Málið kundi verði, at gransking verður skattað lagaligari, enntá kundi vinnan drigið gransking frá í skatti. Her er talan um ein skattalættað, ið hvørki ger mismun á vinnugreinum, ikki fastheldur vinnuni á einum ikki-lønandi leisti, skapar gróðrarbótn fyri framstigum í siðbundnu vinnunum og skapar grórarbotn fyri nýggju vinnugreinum.
Er gjógvin millum vinnuna sum heild og útbúgvingarstovnarnar stór, so er hon størri ímillum okkara útbúgvingarstovnarnar og okkara høvðusvinnur - fiskivinna og alivinna. Endamálið átti at verið, at henda gjógv skal vekk. Málið átti at verið at seta á stovn hægri læristovn fevnandi um lívfrøði, búskap, matvørulæru, osfr. ið hevur til endamál at nøkta tann alstóra tørv á gransking innan hesar vinnur, tann alstóra tørv á frambrotum innan hesar vinnur og tørvin á høgt útbúgvnum høvdum, sum tá verður skaptur. Ein læristovn sum kann geva hesum vinnum veruligt mótspæl og skapa vinnunum eina framtíð.
Samanumtikið er alneyðugt at vit stíga eitt risafet fram soðleiðis, at vit aftur verða í fremstu røð, tá tað ræður um fiskiskap, fiskaframleiðslu og aling.