Skilagott og við stórum álvarsemi vísti løgmaður á hvat flokkarnir eru samdir um, og um eg minniast rætt, so er hetta triðju ferð, at løgmaður alment vísir á hesa breiðu semju.
Men hvør er so henda semjan, sum løgmaður aftur og aftur vísir á?
Jú hann vísir til álitið hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum í uttanlandsnevndini.
Løgmaður útgreinar sína hugsan nærri við orðarætt at lesa upp ávísan part av nevnda áliti og tað er soljóðandi:
»Minnilutin mælir í staðin til, at samráðingar verða tiknar upp við ríkisstjórnina um eina nýggja skipan millum londini við greiðum valds- og ábyrgdarbýti. Eina skipan, sum greitt gevur Føroya Løgtingi evsta vald í yvirtiknum málum, og har ongar avmarkingar eru fyri, hvørji mál kunnu verða yvirtikin. Hetta ger Føroya Løgting av«.
Lesur álitið, en vil ikki nýta tað
Vit eru mong, sum stórliga undrast á hví løgmaður so ofta vísir á hetta skilagóða álitið hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, tá ið hann kortini als ikki vil gera brúk av tí, men heldur velur tjóðveldiskósina, sum gevur fullveldi og fulla loysing í einum taki.
Umrødda álit hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum samsvarar eisini sera væl við nakað annað, sum løgmaður ferð eftir ferð vísir á, nevniliga tey 75% av veljarunum, sum siga nei til fulla loysing í einum taki, men sum heldur vilja venda aftur til tann spurningin einaferð í framtíðini, tá ið vit hava ment okkara egnu umsitingarligu og fíggjarligu førleikar.
Tórshavn, tann 03.05.2000
Trygvi F. Guttesen