Óli Breckmann heitir á allar tinglimir floksins, um at velja Anniku Olsen til nýggjan formann í Fólkaflokkinum, skrivar Dimmalætting í dag. Sambært blaðnum ger Óli Breckmann hetta í persónligum brævi til tingmanning floksins.
Formansskiftið skal gerast so skjótt sum gjørligt, helst áðrenn løgtingsvalið sum er 29. oktober. Sambært Dimmalætting vísir Óli Breckann í brævinum á, at hóast Annika Olsen er ung í politikki, so hevur hon royndir fyrst frá Tórshavnar býráð og landsstýrisarbeiðinum seinnu árini.
Jørgen Niclasen sjálvur er ikki bilsin um brævið og áheitanina frá Óla Breckmann. Dimmalætting endurgevur sitandi formannin í Fólkaflokkinum fyri at siga, at Óli Breckmann ongantíð hevur stuðlað sær og at tað heldur ikki hevur verið nakað dulsmál. Og sambært sama formanni verður heldur einki formansval fyrr enn eftir løgtingsvalið, tað vil siga einaferð í november.
Annika Olsen hevur áður sagt, at hon ikki hevur tikið støðu, um hon fer at bjóða Jørgeni Niclasen av í einum møguligum stríðsvali um formanssessin.










