Breckmann brøðurnir keypt bygningin hjá Brockie

Gunnar Breckmann sigur, at teir ikki vita rættiliga, hvat teir skulu nýta nýkeypta bygningin hjá Brockie til. - Møguleikarnir eru tó nógvir, sigur Gunnar


Gunnar, Páll, og Óli Breckmann hava stovnað nýtt partafelag. Teir hava keypt bygningin hjá Brockie, og endamálið er at hava eitthvørt virksemi í honum. Bygningurin hevur leingi verið nýttur sum bilaverkstaður og bilsøla. Men Gunnar Brockie, sum er stjóri í nýggja partafelagnum, er ikki heilt vísur í, hvat virksemi fer at vera í bygninginum framyvir.
      - Vit hava fyri sovítt ongar ætlanir um, hvat vit skulu nýta bygningin til. Tað hendi rættiliga knappligt, at møguleikin at keypa stakk seg upp. Vit fara at tosa saman skjótt um hetta.
      Gunnar sigur, at møguleikin at keypa bygningin hjá Brockie var ov góður til at siga nei til.
      - Talan er um ein bygning, sum liggur mitt í Havnini. Tú hevur alskyns møguleikar við einum tílíkum bygningi.
      Gunnar rekur eisini møblasøluna Eikin saman við konuni og svágri sínum.
      - Ein møguleiki er at útbyggja virksemi hjá Eikini í nýggja bygninginum. Núverandi høøli eru rættiliga avmarkað. Økið rundanum er friðað, og tí eru ikki stórir møguleikar fyri útbyggingum. Tí kundi hetta verið ein møguleiki, men einki er vist enn.
      Gunnar og Páll fara at reka nýggja partafelagið. Teir eru báðir vanir við vinnulív, og nú fara teir so í holt við nýtt virksemi í bygninginum hjá Brockie.