Bravo og V70 í Kringvarpinum

Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir bilar ummældir: Fiat Bravo, sum er ein sportligur hatchback við 5 hurðum, og Volvo V70, sum er ein stationcar í luksusklassanum

Bilarnir sum vórðu ummældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 7. november vóru ein 1,4 litra Fiat Bravo T-Jet Sport við turbo og 150 hk og ein Volvo V70 í 2.5T útgávuni við 200 hk.


Fyrri bilurin var Fiat Bravo, sum er ein hatchback við fimm hurðum og góðum plássi til fimm ferðandi. Viðførisrúmið er 400 litrar og við baksetrunum niðri verður tað 1.175 litrar.


Bravo fæst við tveimum 1,4-litra T-Jet (turbo) bensinmotorum við ávikavist 120 og 150 hk umframt einum 1,4 litra motori uttan turbo við 90 hk. Dieselútgávurnar eru tveir 1,9-litra M-Jet við ávikavist 120 og 150 hk.


Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, var ein 1,4 T-Jet Sport (bensin) turbo við 150 hk og kostar kr. 238.000 Fiat Bravo kann síggjast og roynast hjá Nordcar í Smiðjugerði, og bíligasta útgávan kostar 168.000 krónur.


Volvo V70


Seinni bilurin sum varð royndarkoyrdur var ein Volvo V70. Hesin er triðja ættarlið av V70, ein stationcar bygdur yvir luksusbilin Volvo S80.


Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, var ein V70 í 2.5T útgávuni við 5 syl. bensinmotori og 200 hk. Ein flottur luksusbilur við komforti á høgum støði og hópin av innbygdum trygdarskipanum.


Bilurin er stórur og rúmligur og hevur leðurkabinu við t.d. tveimum innbygdum barnasetrum á baksetrunum. Baklúkan verður stýrd elektriskt. Við at trýsta á ein knøtt letur hon upp og aftur. Viðførisrúmið er 575 litrar.


Umframt hendan 2.5T við 200 hk, fæst V70 eisini við 3.2 við 238 hk ella T6 við 285 hk Dieselútgávurnar eru: 2.4 við 163 hk ella ein D5 við 185 hk.


Bilurin sum varð royndarkoyrdur kostar umleið kr. 550.000. Volvo V70 kostar annars frá kr. 415.000 kr fyri ein 2.5T í standard útgávuni. V70 og S80 koma seinni við 2,0 bensin- og dieselmotorum, sum verða umleið kr. 40.000 bíligari enn standardútgávan.


V70 kann síggjast og roynast hjá VR Bilum við Hoyvíksvegin.


Fróði Løksagarð stóð fyri sendingini, og bilaummælarar vóru Óla Jákup Rólantsson frá Vikublaðnum og Magnus Gunnarsson frá Sosialinum.


mg