Normaðurin Filip Brattbakk hevur skrivað sáttmála við 07 Vestur. Tey fótbóltsáhugaðu kenna nokk eftirnavnið aftur. Filip er sonur Harald Martin Brattbakk, sum er kendur frá FCK, Rosenborg, Celtic og norska landsliðnum.
- Filip hevur fingið væl at fótbóltsevnunum hjá pápanum. Hann hevur spælt ungdómsfótbólt við Rosenborg, og fekk sáttmála við Rosenborg í 2020. Hann bleiv nokkso skjótt útleigaður til Ranheim og fór til Raufoss eftir tað. Filip er skrásettur fyri 7 dystir í bestu deildini og 88 dystir í næstbestu deildini í Norra, skrivar 07 Vestur.
Filip Brattbakk spælir sum áleypari ella høgri vongur. Hann verður lýstur sum øgiliga skjótur og bólttryggur spælari. Hann er nýggjur í hópinum saman við Magnusi Isager og Maxwell Effiom.











