Mánadagin varð alibátur nummar 35, sum KJ Hydraulik hevur bygt, sjósettur í Fuglafirði. Hetta er ein bátur, sum Bakkafrost skal hava og sum ætlandi skal brúkast í Norðoyggjum. Báturin hevur fingið navnið Brattanes og er skrásettur í Klaksvík.
Brattanes er 13 metrar langur og seks metrar breiður. Hann er hin næst størsti av alibátunum, sum KJ byggir.
Tað er tungur flutningur at flyta ein alibát á trailaravogni av Kambsdali til Fuglafjarðar, og tí verða krani og spøl sett í bátin, eftir at hann er sjósettur. Her er alt klárt, og tí tekur hesin parturin av arbeiðnum eina viku ella so.
Brattanes verður leveraður Bakkafrosti týsdagin, 9. september.
Ólavur A. Olsen, stjóri í KJ, sigur, at bygginummar 36 nú er klárur at fara út úr byggihøllini, og bygginummur 37 og 38 standa uppi við bygningarnar á Kambsdali og bíða eftir at koma í byggihøllina.
- Bygginummar 36 er júst sproytaður og verður nú tikin út. Síðan fer bygginummar 37 inn í høllina. Eftir er so bygginummar 38, sum skal latast Marine Harvest Føroyar í desember í ár.
Stjórin sigur, at tað tekur millum 10 og 12 vikur at gera ein alibát kláran, eftir at skrokkurin er komin úr Letlandi.
- Tá árið í ár er liðið, hava vit bygt tilsamans seks alibátar fyri 30-35 miljónir krónur. Luna fekk tann fyrsta í ár. Bakkafrost skal hava fýra, og Marine Harvest Føroyar eigur sum nevnt hin seinasta, sigur Ólavur A. Olsen.