So hendi tað aftur.
Nógv umtalaða vegastrekkið í Øravík var aftur karmur um eitt ferðsluóhapp, men hesaferð spurdist tíbetur eingin álvarsamur mannskaði burturúr.
Ein ungur maður, sum var einsamallur í einum Toyota-bili, kláraði ikki at halda bilinum á vegnum. Han fór í veitina við vegnum og rendi beint inn í SEV-tornið, sum stendur við vegin.
Bilurin fekk stóran skaða, men ungi maðurin við rattið, slapp við einum brotnum handliði. Hetta varð hann viðgjørdur fyri á sjúkrahúsinum á Tvøroyri.
Óhappið hendi um trý-tíðina seinnapartin hósdagin.
Rúsdrekka uppií
Løgreglan heldur ikki, at maðurin hevur koyrt við nógvari ferð. Hann hevur kanska verið líka omanfyri hámarkið, men helst hevur ferðin ikki verið høvuðsorsøkin til ferðsluóhappið.
Løgreglan í Suðuroy hevur illgruna um, at maðurin hevði okkurt í blóðinum, sum hann ikki skuldi hava.
Blóðroynd er tí tikin av manninum, so løgreglan kann staðfesta promillu-støðuna hjá manninum.
Tiltikið strekkið
Tað eru áður hendar syrgiligar vanlukkur á vegastrekkinum í Øravík, og SEV-tornið, sum stendur nærindis vegnum, hevur verið blandað uppí.
Landsverkfrøðingurin hevur kannað svingið, og teir halda, at vegurin er í lagi. Tað hevur verið tosað um at taka tornið burtur, men semja er ikki um, hvør skal gjalda kostnaðin av hesum.
Hósdagin hendi eingin álvarsamur skaði í ferðsluóhappinum, men tað er ein sannroynd, at ferðsluóhapp henda javnan á hesum vegastrekkið.










