Brass-vitjan í Klaksvík

Fredensborg Brass Ensemble vitjaði á Biskupstøð í dag. Kunningarstovan var vertur fyri vitjanina, sum kom í lag umvegis Páll Sólstein, hornspælara og Mentanardeildina.

Fredensborg Brass Ensemble er á føroyavitja og hevur m.a. spælt í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Í dag fóru tey 16 fólkini í hornorkestrinum útferð til Klaksvíkar og spældu nøkur brass- og jazzløg á Biskupstøð millum Bókasavnið og Kunningarstovuna.

Eisini høvdu tey á skrá eitt lag, Juli, sum Páll Sólstein, ið hevur sín gerandisdag sum hornspælari á Kongaligu Opruni í Keypmannahavn, hevur skrivað.

Nakað av fólki steðgaðu á og fingu nakrar hugnaligar tónar í frálíka veðrinum seinnapartin á Biskupstøð.

Aftaná varð boðið gestunum ein góðan drekkamunn inni í nýggju kaffistovuni Archie´s.

Orð & mynd: Dávur Winther