Brasilski landsliðsvenjarin helt bara seks dystir

Trý tap í seks teimum fyrstu dystunum hevur kostað Fernando Diniz starvið sum brasilskur landsliðsvenjari

Tað er náðileyst at vera brasilskur landsliðsvenjari. Kravt verður, at liðið vinnur, helst sannførandi, og kravt verður samstundis, at liðið spælir undirhaldandi fótbólt.

 

Aftaná bara seks dystir sum brasilskur landsliðsvenjari hevur Fernando Diniz fingið sekkin.

 

Í hesum seks dystunum gjørdist talan um trý tap, ein javnleik og tveir sigrar. Tað eru ikki hagtøl brasilski fótbóltsalmenningurin kann liva við, og tí er Fernando Diniz longu fortíð sum brasilskur landsliðsvenjari. 

 

Fernando Diniz skuldi annars vera landsliðsvenjari til komandi summar, men tað er so droppað nú.

 

Nú fer brasilska fótbóltssambandið at royna at finna rætta mannin til eitt av heimsins torførastu størvum.