50 ára gamli Mano Menezes er ikki longur landsliðsvenjari hjá Brasilia. Hann skuldi eftir ætlan leiða landsliðið í HM á heimavølli í 2014, men eftir ivasom avrik í Copa America og tap í OL-finaluni hevur brasilska fótbóltssambandið sátt iva um, hvørs hann er førur fyri at fremja eitt gott avrik við týdningarmikla HM-endaspælið á heimavølli, og er avgerð nú tikin um at geva honum sekkin.
Mano Menezes tók við efir Carlos Dunga eftir HM í 2010. Tað er framvegis ógreitt, hvør skal loysa hann av sum brasilskur landsliðsvenjari.