Føroya hava skrásett fyrsta dømi av smittu við tí brasilska koronubrigdinum P1.
Tað upplýsir Lars Fodgard Møller, landslækni fyri DR.
P1-brigdið verður hildið at smittað illa, júst sum tað bretska brigdið eisini ger.
Brigdið líkist sambært DR suðurafrikanska brigdinum, og hildið verður, at tað kann smittað fólk, sum longu hava verið sjúk við covid-19.
Tann smittaði er ein føroyingur, sum hevur verið í Brasilia. Eingin annar er staðfestur smittaður við hesum brigdinum, eftir at landslæknin hevur kannað smittusporingina, sigur landslæknin við DR.
– Vit kunnu vátta, at vit í Føroyum hava eitt dømi við »brasilska brigdinum«. Persónurin var staðfestur negativur, tá hann kom til Føroya, men varð staðfestur positivur, tá hann varð kannaður sætta dagin.
– Farið er undir smittusporing, og tað er í hesum sambandi ikki funnin nakar annar smittaður, upplýsir landslæknin.
DR hevur tosað við Mads Albertsen, professara, sum stjórnar einum kanningarbólki, sum millum annað kannar P1-mutatiónina.
Hann sigur, at tað eingin orsøk til at hugsa so nógv upp á hesa mutatiónina.
Bretska mutatiónin er hinvegin tann, sum skal fáa ávaringarlampurnar at blunka, verður sagt.
/ritzau/