Brasilsk loysn í Sarpugerði

Sum seinasta Formula-liðið heuvr GÍ/LÍF sett venjara. Hesin er brasilumaður og er eisini fyrrverandi landsliðsvenjari

Fótbóltur

 

Meðan allir kappingarneytarnir í Formula-deildini hava valt eina føroyska loysn, verður tað nakað so forkunnugt sum ein brasilskur venjari, ið skal standa á odda fyri GÍ/LÍF komandi kappingarárið.

Maðurin eitur Dito, og er 46 ára gaml. Hann hevur drúgvar royndir í hollendskum og ísraelskum fótbólti, og eitt skifti var eisini landsliðsvenjari hjá Vietnam. Her fekk hann tó sekkin, tá tað ikki eydnaðist at røkka ambitiøsa málinum um HM-luttøku.

 

Positiv skoðsmál

- Tað hevur drigið út hjá okkum at finna venjara. Vit hava verið í samband við nógv nøvn, og onkra tíð hildu vit okkum hava fingið alt undir land, uttan at hetta tó eydnaðist, sigur Andreas Poulsen, formaður í GÍ/LÍF.

Hann leggur tó dent á, at talan kortini ikki er um nakra panikk-loysn.

- Vit halda okkum hava kannað málið væl og virðiliga, áðrenn venjarin er settur. Tað ljóðar kanska nakað vágið, nú vit eru fyrsta felagið, ið setir ein brasiliumann í venjarasessin. Men allar tær upplýsingar, sum vit hava fingið um nýggja venjaran, peikað einvíst rætta vegin. Og vit hava fyrr víst, at vit ikki eru bangin um at royna nýggjar leiðir.

Tað er í samstarvi við Ólav Waag Høgnesen, umboðsmann, at samand er fingið við nýggja venjaran. Ætlandi kemur til Føroya um 10. januar.