Brasiliumenninir komnir

-

So komu teir loksins. Brasiliumenninir hjá FS Vágum.
Tað er longu nakað síðani, at vit kundu siga frá, at vágamenn høvdu styrkt um hópin við tveimum útlendskum leikarum, men tað hevur gingið nakað striltið at fáa hesar til landið. Pappírini hava annars ligið klár og bíðað nú í einar tvær vikur, og onkur var farin at smílast, tá spurt varð um leikararnar, men sunnudagin komu teir so loksins til landlið.
Teir báðir brasiliumenninir verða róptir Silva og Clayton, og er ætlanin, at ter skulu styrkja liðið í hvør sínum enda av vøllinum.
Silva kann helst nýtast á flest øllum plássunum á liðnum, men skal eftir ætlan stýra verjupartinum, meðan Cleyton hinvegin skal gera um seg í álopspartinum, soleiðis at vágoyggin kann skjótast upp í bestu deildina, áðrenn undirstjóvartunnilin um Vestmannasund gerst veruleiki.