Brasiliumenninir hjá B68 fara til hús

Fótbóltur: Í mesta lagið koma tveir aftur til Toftir komandi ár, og kanska kemur eingin teirra aftur

Seinni í hesi vikuni fara teir fýra brasilumenninir, sum síðani mánaðarskiftið januar/februar hava verið á Toftum, til hús aftur.

Lusio, Messias, Marcelo og Marlon komu til Føroyar bara nakrar fáar vikur eftir, at aðalfundurin hjá Fótbóltssambandinum hevði samtykt, at hámarkstalið á útlendingum í landskappingini skuldi hækkast úr tveimum og upp í fýra.

Á Toftum vónaðu teir, at brasiliumenninir skuldu lyfta 1. deildarliðið hjá teimum upp hagar, sum teir í B68 vóna, at liðið hjá teimum skal vera alla tíðina ? og tað vil siga í stríðnum um meistaraskap, krónusett og harvið pláss í europeisku kappingunum.

Tá hugt verður aftur á kappingarárið kann ikki sigast, at brasiliumenninir vóru tann fongurin, sum teir í B68 høvdu vónað. Lusio varð skaddur í fyrsta landskappingardystinum norðuri í Klaksvík, og hann var ikki førur fyri at spæla aftur undan summarsteðginum. Síðani summarsteðgin hevur hann fyri tað mesta spælt á næstbesta liðnum.

Hinir tríggir fremmandu menninir hava oftast verið við á besta liðnum hjá B68, og Marcelo er toppskjútti hjá B68 í ár. Hann hevur skorað átta av teimum 22 málunum, sum toftamenn hava fingið í átjan landskappingardystum.

Niclas Davidsen, formaður í Tofta Ítróttarfelag, sigur, at tað er ikki avgjørt enn, um tað verða nakrir brasiliumenn á Toftum komandi ár, men tað er greitt, at tað verða ikki fýra brasilumenn á Svangaskarði. Lusio og Messias hava fingið at vita, at B68 ikki kann bjóða teimum sáttmála komandi ár. Tað stendur Marcelo og Marlon í boði at koma aftur til Toftir, men tá vit frættu, var endalig avgerð ikki tikin um, hvussu tað verður við hesum.