Brasiliumenn gevast hjá B71

Heimasíðan hjá B71 skrivar, at tríggir av teimum fýra brasiliumonnunum, sum seinastu tvey árini hava spælt við B71, ikki koma aftur til Føroya. Tískil verður felagið uttan tríggjar av stuðulsleikararunum, nú farið verður undir uppgávuna at vinna sandoyingar aftur í Formuladeildina. Málslúkurin Clayton Soares heldur hinvegin fram á Sandi.