Brasilianskur veitslutónleikur og kinesisk krígsførsla

Portugisiski landsliðsvenjarin, tann brasilianski Scolari er ein maður, sum ikki bakkar fyri at brúka øðrvísi framferðarhættir fyri at røkka málum sínum.

Fótbóltur

 

Aftaná flotta fótbóltsspælið hjá Portugal ímóti Turkalandið leygarkvøldið eru fleiri, sum fegnast um tað, sum Portugal borðreiddi fyri sjónvarpshyggjarum kring heimin. Venjari hjá Portugal er 59 ára gamli brasiliumaðurin, Luiz Felipe Scolari, sum er av italskari ætt. Familjan hjá honum kemur upprunaliga úr Veneto í Italia. Tí hevur Scolari bæði brasilskan og italskan ríkisborgararætt.

Millum manna ber Scolari kelinøvnini »Filipao« og »Big Phil«. Í 2001 tók Scolari við leiðsluni av einum kreppuraktum brasilskum landsliði, sum var í stórum vanda fyri ikki at røkka HM-endaspælinum. Nakað sum ongan tíð áður er komið fyri. Eitt ár seinni hevði »Filipao« vent øllum á høvdið, og Brazil gjørdist heimsmeistari aftaná 2-0 finalusigur á Týsklandi. Tann hart arbeiðandi og strangi Scolari hevði fingið brasiliansku heimsstjørnurnar at samstarva bæði á og uttanfyri vøllin. Talan var ikki bara um flótandi álopsspæl frá Ronaldo og Rivaldo, men talan var eisini um hart arbeiðandi miðvallarleikarar, og eina krútsterka verju.

 

Serlig fyrireiking

Áðrenn HM-endaspælið í Suður-Korea og Japan í 2002 gav hann øllum spælarunum í brasilianska hópinum hvør sítt eintak av bókini hjá kinverjanum, Sun Tzu, sum fyri 2.500 árum síðani skrivaði verkið, sum á enskum verður nevnt »The art of War«. Samstundis syrgdi hann fyri at motivera spælarnar á ein meiri bleytan hátt eisini. Hann syrgdi fyri, at brasilianskur veitslutónleikur hjá brasilianska tónaskaldinum, Sangalo alla tíðina tónaði í venjingarøkinum, so hann var vísur í, at spælarnir vóru í góðum lag eisini.

Við krígsbókmentunum hjá Sun Tzu og tónleikinum hjá Sangalo syrgdi Scolari fyri, at brasilsku spælarnir vóru væl fyri taktiskt, eins væl og teir fingu fylt sinnið við heimligum veitslutónleiki, so teir vóru róligir í sinni. Og í juli 2002 gjørdist Brazil heimsmeistari á fimta sinni.

- Hann hevði henda faðirliga framferðarháttin. Hann visti, hvussu hann kundi hava okkum allar í síni hulu hond!, hevur heimsmeistarin frá 2002, Edilson sagt um Luiz Felipe Scolari.

 

Nevaslag

Men tann ídni og hart arbeiðandi Scolari er eisini onkuntíð farin út um mark.

Scolari tók við starvinum sum portugisiskur landsliðsvenjari í 2003. Í EM-endaspælinum í 2004 førdi hann Portugal til finaluna í Lissabon, men í finaluni kláraði hann ikki at bróta taktiska grikska múrin hjá Otto Rehagel niður, og máttu portugisar taka til takkar við einum silvurmerki. Í HM-endaspælinum í 2006 eydnaðist tað Scolari at føra Portugal til hálvfinaluna, men har taptu teir 0-1 móti Frakland. Í dystinum um bronsukrónurnar tapti Portugal 1-3 ímóti vertstjóðini, Týsklandi. Kortini var talan um besta úrslit hjá Portugal síðani HM-bronsuna í 1966.

Millum manna sigst, at slagorðið hjá Scolari er »Win or die trying«. Hetta slap serbiski verjuleikarin Ivica Dragutinovic at føla í september í fjør. Scolari var sera misnøgdur við harða spælistílin hjá Dragutinovic, og gav Scolari honum ein logandi kjaftfisk. UEFA kundi ikki lata slíkt fara óátalað fram við borðinum, og varð Scolari leikbannaður í fýra dystir, eins og hann fekk eina bót á 90.000 kr.

Men henda ógerðin fekk ikki stjørnuna hjá Scolari at falla í Portugal. Nógvir av teimum portugisisku fjølmiðlunum hava tulkað nevaslagið, sum eina ímynd av tí faðirliga venjarunum, sum vil fara gjøgnum eld fyri at verja sínar spælarar. Kortini hevur Scolari ikki havt stabilar útmeldingar um møguleikarnar hjá Portugal at vinna EM í Sveis og Eysturríki. Tíðum hevur hann sagt, at Portugal eru favorittar, og tíðum hevur hann roynt at dempa vónirnar hjá viðhaldsfólkum og fjølmiðlum. Í samrøðu við BBC fór Scolari so langt, at hann segði:

- Um eg segði, at eg ikki hevði álit á mínum egna liði, so hevði eg verið dripin!. So úttalilsini eru ikki altíð so støðug.

 

Nei til Ongland og Mexico

Í 2006 sýtti Scolari fyri at taka av einum tilboði, um at gerast enskur landsliðsvenjari. Ein riðil av enskum fjølmiðlafólkum møttu upp uttanfyri húsini hjá honum í Lissabon, og hetta var avgerandi fyri Scolari at taka avgerðina um, at hann vildi ikki verið partur av einum enskum fjølmiðlasirkusi. Fyri einum mánaði síðani var tað Mexico, sum fekk noktandi svar frá Scolari. Scolari sigst verða millum evnini til at taka yvir tann heita venjarasessin í Chelsea. Portugisiski Chelsea-verjuspælarin, Ricardo Carvalho hevur tosað alment og opið um, at Scolari átti at valt eina yrkisleið, sum venjari í London. Scolari vil kortini einki siga um hvat fer at henda aftaná EM-endaspælið.

- Tað er vanligt, at ein venjari verður settur í samband við onnur feløg, tá ein sáttmáli er við at ganga út. Men eg havi ikki tikið nakra avgerð enn. Mín einasta avgerð higartil er at arbeiða til EM-endaspælið er liðugt.

Hvat Scolari, sum lærdi Brasil at spæla við høvdinum, og sum hevur lært Portugal at fara eftir sigrinum, finnur uppá, er tað eingin, sum torir at geva eitt endaligt boð uppá. Men arbeiðsleysur verður hann neyvan.