Brasilianski forsetin, 66 ára gamli, Jair Bolsonaro, er í morgun bráðinnlagdur á sjúkrahús.
Tað veit tíðindastovan AFP at siga á Tvitter.
Lokalar tíðindakeldur siga, at orsøkin til innleggingina eru trupulleikar við tarmunum.
Jair Bolsonaro er lagdur inn á sjúkrahús í São Paulo, har hann fær viðgerð fyri tað, sum hildið verður at vera tarmakast.
Netsíðan TV Globo ber eisini hesi tíðindi í dag, sum fleiri útlendskir miðlar endurgeva.