Brasiliansk málveitsla

Tá 75 minuttir vóru leiktir var støðan bert 1-0 til Brasilia í HM-undankappingardystinum ímóti Ekvador. Ekvador hevði nógvar naskar royndir, og var nær við, at teir mundu javnað. Men síðsta korterið fingu brasiliumenn veruliga gongd á. Eins og Føroyar í dystinum ímóti Ukraina í Kiev, lótu teir í Ekvador 4 mál inn uppá 12 minuttir. Ronaldinho, Kaka, Elano, og so enn einaferð Kaka syrgdu fyri málveitsluni hjá Brasilia hesa løtuna. Chile vann 2-0 á Peru, og Bolivia og Kolumbia leiktu javnleik 0-0.