Dysturin millum Belgia og Brasilia mánadagin gjørdist nógv meira spennandi, enn tey flestu høvdu væntað. Í veruleikanum vóru reyðu djevlarnir úr Belgia nær við at skapa eina stóra sensatión.
Braslilia fekk eina betri byrjan uppá dystin enn Belgia og hevði nakrar møguleikar tíðliga í dystinum, men tað brasilska álopið við Ronaldo og Rivaldo dovnaði sum dysturin leið.
Belgia legði seg hinvegin ikki aftur á vøllin, men stóð fyri góðum álopsfótbólti. Fleiri ferðir vóru teir ógvuliga nær við at skora, men málverjin hjá Brasilia, Carlos, hevði ein góðan dag í málinum.
Marc Wilmots høvdaði einaferð bóltin inn í fyrra hálvleiki, men dómarin kolldømdi málið, tí hann metti, at Wilmots hevði skumpað verjuleikaran í ryggin. Hetta var tó ein óskiljandi avgerð, og venjarin hjá Belgia, Robert Waseige, fanst hvassliga at dómaranum fyri hesa avgerð.
Rivaldo og Ronaldo
Brasilia hevur tveir sera vandamiklar álopsleikarar, og hesir báðir avgjørdu dystin. Miðskeiðis í seinna hálvleiki tók Rivaldo ein bólt hegnisliga niður uttanfyri brotsteigin. Hann langaði til, og bólturin rakti ein verjuleikara í fótin, og tað snýtti málverjan. So var støðan 1-0, hóast tað var Belgia, sum hevði havt fleiri vandamikil álop eftir steðgin.
Belgia royndi at trýsta tað, sum eftir var. Belgiska liðið sendi fleiri leikarar fram á vøllin, og hesum gjørdi brasilisa sær dælt av. Kleberson spældi Ronaldo leysan, sum skeyt sítt fimta mál í hesum endaspælinum. Hann er nú toppskjútti saman við týskaranum Miroslav Klose.
Brasilia ? Belgia 2-0 (0-0)
1-0: Rivaldo
2-0: Ronaldo