Brasilia vann Superclasico

Tað gjørdist Brasilia, sum vann Superclasico de las Americas við einum 2-0 sigri á heimavølli í Belem, eftir at fyrri dysturin í Cordoba í Argentina endaði við 0-0.

 

Bæði liðini leiktu við heimligum leikarum, eftir sum kappingin ikki hoyrir undir FIFA regi.

 

Tað vóru Lucas og Neymar, sum skutu málini í seinna hálvleiki, og tað var fult uppiborið, at Brasilia vann dystin.

 

Brasilia hevði leikliga yvirvág og noyddi Argentina í defensivin á Estadio Mangueirao. Átta minuttir inn í seinna hálvleik gjørdi Lucas eitt raid fram eftir vøllinum og við góðum skoti legði hann heimaliðið á odda.

 

Fimtan minuttir fyri tíð møtti undurbarnið Neymar einum innleggi frá Diego Souza og avgjørdi dystin endaliga.