Brasilia farið um 70.000 andlát av koronuvirus

Upp á 35 dagar er talið av deyðum í Brasilia av koronuvirus tvífaldað til yvir 70.000.

Brasilia er sum annað landið í heiminum farið um 70.000 andlát av koronuvirus.

Tað upplýsti heilsumálaráðið í Brasilia í gjár

Seinastu 24 tímarnar er talið av deyðum hækkað við 1.200 upp í tilsamans 70.400, meðan talið av smittaðum er hækkað við 45.000 til 1,8 millión.

Brasilia, sum hevur 212 milliónir íbúgvar, er eftir USA tað land, sum er harðast rakt av virusútbrotinum.

Í USA, sum hevur eitt fólkatal upp á 330 milliónir, eru yvir 134.000 fólk deyð av virusinum. Harvið hevur Brasilia havt 335 andlát fyri hvørja millión íbúgvar, meðan USA hevur havt 403.

Talið av deyðum í Brasilia hevur tikið dik á seg seinstu tvær vikurnar. Seinastu 35 dagarnar er talið av deyðum tvífaldað. Serliga í statunum Rio de Janeiro og São Paulo verður boðað frá nógvum deyðum.

/ritzau/AFP