Brasilia eitt satt formel 1 land


Formel 1
 
Formel 1 koyringarnar í Evropa hetta kappingarárið eru av, og liðini eru farin til Suður Amerika, Interlagos breytin liggur í Sao Paolo í einum av formel 1 ørastu londunum í heiminum, Brasilia. Hetta er landið, ið hevur fostrað so stórar formel 1 hetjur sum Emereson Fittipaldi, Nelson Piquet og kanska tann størsta nakrantíð Ayrton Senna.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$5 vinnarar
Ikki færri enn 27  koyrarar hava verið úr Brasilia síðan formel 1 byrjaði í 1950. Teir hava samanlagt byrjað 570 koyringar, 88 av teimum hevur ein brasiliumaður vunnið. Senna vann 41 ferðir, áðrenn hann lat lív í formel 1 koyringini á Imola í 1994, Piquet vann 23 ferðir,  Fittipaldi vann 14 ferðir og Carlos Pace vann 1 ferð áðrenn hann lat lív í eini flogvannlukku uttan fyri Sao Paolo. Umframt hesar fyrrverandi formel 1 koyrarar hevur Rubens Barrichello vunnið 9 koyringar.
Munurin á Barrichello og hinum fýra er, at Barrichello ongantíð hevur vunnið á heimabreytini. Hóast hann hevur koyrt á breytini síðan 1993, og við sínum 211 formel 1 koyringum, er tann brasiliumaðurin, ið hevur koyrt formel 1 longst, so er hann bert einaferð komin mál á heimabreytini, tað var í fjør. Hann endaði tá á einum 3. plássi, hetta hóast hann byrjaði fremstur og var skjótastur alt vikuskiftið. Tá sunnudagurin kom megnaði hann ikki at avbjóða Juan Pablo Montoya, ið vann aftan á at tætta rasarakoyring við Kimi Räikkönen.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$4 koyrarar
Í ár verða 4 brasiliumenn á breytini. Rubens Barrichello í Ferrari og Felipe Massa í Sauber eru fastir menn á sínum liðum. Ricardo Zonta er triðjikoyrari hjá Toyota og royndarkoyrir tí fríggjadagin. Fjóri brasiliumaðurin er Antonio Pizzonia, ið enn einaferð avloysir Nick Heidfeld í Williams-BMW.
Heidfeld hevur í nakrar vikur sitið uttanfyri aftaná eitt óhapp í eini royndarkoyring. Hesin skaði er nú lektur, men nú er hann dottin á súkklu og hevur brákað økslina. Hetta gevur Pizzonia møguleika fyri uppreisn, aftan á hann á Spa í kleyvarskapi koyrdi Juan Pablo Montoya av breytini, meðan hesin lá eitt umfar framman fyri á 2. plássi.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Døpur útlit
12 ár eru liðin síðan ein brasilumaður vann á Interlagos seinast. Hetta var seinastu ferð, at Senna vann á heimabreytini. Útlitini fyri einum brasilskum sigri eru døpur í løtuni. Hvørki Barrichello, Pizzonia ella Massa hava vinnandi bilar, men um tað regnar kann alt henda.
Um ikki kunnu brasilumenn gleðast um, at næsta kappingarár verða 2 brasiliumenn í toppliðum, Massa fer til Ferrari og Barrichello til Ferrari. Hesi lið áttu at blandað seg í stríðið um heimsmeistaraheitið næsta kappingarár.