Brasil vil verja Amazonas

Myndugleikarnir í Brasil hava nú av álvara sett sær fyri at varðveita frumskógin í Amazonas-økinum. Sagt verður, at tá brasilska stjórnin fer á ST-veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í desember, fer hon at hava eina fullfíggjaða varðveitingarætlan við sær í viðførinum.

Forsetin, Luis Inazio Lula da Silva, sigur, at eftir ætlanini skal tann núverandi skógarhøggingin í Amazonas-økinum skerjast 80 prosent innan 2020.

Sambært spanska blaðnum El Pais er hetta fyrstu ferð, at brasilska stjórnin bindur seg til skerjingar á umvhørvis- og veðurlagsøkinum.