Venjarin hjá enska meistaraliðnum roknar við, at Brasil verður heimsmeistari næsta summar. Skotin Alex Ferguson heldur ikki, at Ongland fer at megna at vinna HM.
- Eg dugi ikki at ímynda mær nakað annað, enn at Brasil verður heimsmeistari. Tú skalt hugsa um, hvussu nógvar góðar spælarar, teir hava, sum teir kunnu seta inn. Í fjør vóru tað bert 15 eingilsmenn í Champions League, men 103 brasilumenn, sigur Alex Ferguson við Skysports.