Brasil - Ísland 32-29 (15-15)
Íslendingar høvdu bert heiðurin at spæla fyri, meðan Brasil spælir fyri at enda millum tey sjey fremstu við HM, og harvið OL-luttøku, ið seinasta dystinum í meginumfarinum.
Dysturin leikaði javnt á, og unga íslendska liðið, ið var uttan heimsstjørnuna, Aron Pálmarsson, vísti at tað vildi spæla fyri seinasta heiðurin.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki tóktist Brasil at taka tamarhaldið á dystinum, tí nú fór at vera ein lítil munur niður til Íslands. Íslendingar fingu fleiri ferðir minkað niður í eitt mál á muni, men at enda vóru brasilumenn neyvari, og høvdu eisini týdningarmiklar bjargingar.
Tí endaði dystyrin 32-29 til Brasil, ið fekk enn eitt flott úrslit móti einum evropiskum liði. Brasil hevur áður í kappingini vunnið á Russlandi og Kroatia.
Unga íslendska liðið hevði undan kappingini sett sær sum mál at røkka meginumfarinum, og hetta eydnaðist. í meginumfarinum var besti møguleikin fyri einum úrsliti júst hesum dysturin móti Brasil, og íslendingar iðra seg um at hetta ikki eydnaðist, men fegnast framvegis um at hava sæð gott spæl frá nógvum ungum leikarum.