Brasil vann á Kolumbia

Brasil vann í kvøld grannabrakið móti Kolumbia. Sostatt er Brasil klárt til hálvfinaluna.

Brasil vann í kvøld grannabrakið móti Kolumbia. Brasil vann dystin 2-1, eftir at teir í hálvleikinum vóru á odda 1-0.

Brasil fekk eina góða byrjan uppá dystin, tí tað vóru bert farnir 7 minuttir av dystinum, tá Thiago Silva legði Brasil á odda 1-0 eftir hornaspark.

Tá 69 minuttir vóru leiktir av dystinum, økti David Luiz um munin. Við framúrskarandi góðum frísparki, legði verjuleikarin Brasil á odda 2-0.

Góðar tíggju minuttir seinni kom spenningur í aftur dystin. Innskifti áleyparin Carlos Bacca fór umkoll í brotssteiginum og dómarin peikaði á brotssparksplettin. James Rodriguez skoraði trygt uppá brotssparki. Hetta var sætta málið hjá Rodriguez í HM kappingini.

Hóast Kolumbia royndi at trýsta móti endanum, eydnaðist tað Brasil at vinna dystin.

Sostatt er Brasil klárt til hálvfinaluna móti Týsklandi, ið verður leikt týskvøldið. Til dystin týskvøldið er brasilski liðskiparin, Thiago Silva leikbannaður.

Brasil - Kolumbia 2-1 (1-0)

1-0 Thiago Silva, 7.

2-0 David Luiz, 69.

2-1 James Rodriguez, 80.