AC Milan-spælarin, Ronaldinho, sum var við til at vinna HM fyri Brasil í 2002, hevur ikki verið partur av brasilska landsliðshópinum, síðani apríl í 2009. Seinastu tíðina hevur Ronaldinho spælt sera væl fyri AC Milan, og mong hava væntað, at hann fór at verða tikin út til brasilska landsliðshópin aftur. Men tá brasilski landsliðsvenjarin, Dunga kunngjørdi teir 22 spælarnir, sum skulu verða við í hópinum, sum skal møta Írlandi í einum venjingardysti í London 2. mars, var Ronaldinho ikki at finna á listanum Dunga hevur heldur valt Robinho, sum hevur ein leigusáttmála við brasilska liðið, Santos. Dysturin millum Ìrland og Brasil verður á heimavøllinum hjá Arsenal, Emirates Leikvøllinum.










