Brasil í trupulleikum

Stjørnurnar á brasilska landsliðnum hava skapt sær sjálvum trupulleikar, eftir at teir um vikuskiftið taptu 2-0 ímóti Venesuela. Talan var um ein venjingardyst, sum varð spældur í USA.

- Tíverri spældu vit sera illa í dag. Serliga í fyrra hálvleiki gjørdu vit mistøk í verjupartinum, sigur landsliðsvenjarin Carlos Dunga, sum er komin undir trýst eftir tapið.

Blaðið Folha de Sao Paolo kallar úrslitið eina søguliga fiasko og setir spurnartekin við venjaran.