Gjáranáttina reyk Argentina úr Copa America-kappingini, og í nátt leið Brasil somu lagnu. Tær brasilsku stjørnurnar møttu í fjórðingsfinaluni Paraguay, sum vann 2-0. Úrslitið má sigast at vera rættiliga sjáldsamt, tí dysturin endaði við brotssparkskapping. Her hendi tað, at Brasil brendi øll síni brotsspørk.
Úrslitið í hinari fjórðingsfinaluni í nátt var eisini heldur óvæntað. Her vann Venesuela 2-1 á Kili, sum varð mett sum favorittur undan dystinum.
Hálvfinalurnar í Copa America eru tískil Peru-Urugay og Paraguay-Venesuela.