Brasil skiftur venjara

Carlos Alberto Parreira er ikki longur venjari hjá heimsstjørnunum úr Brasil.
Í tíðindaskrivi staðfestir brasilska fótbóltssambandið, at talan var um eina felags avgerð, har bæði sambandið og venjarin hildu tað vera best, at partarnir skiltust.
Parreira var venjari hjá Brasil í HM-endaspælinum, men hann var fyri hørðum atfinningum í heimlandinum. Brasil tapti móti Fraklandi í 1/8 finaluni, og í teimum fimm dystunum, sum liðið spældi, megnaðu teir ongan tíð av álvara at sveiggja seg upp á ætlaðu hæddirnar.