Brasil og Neymar rullaðir úr HM

Belgia skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, sum var nokk til at vinna

Belgia er saman við Fraklandi víðari til hálvfinalurnar í HM-endaspælinum í Russlandi. Belgia vann í kvøld 2-1 á Brasil, eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum.

 

Brasil byrjaði dystin betri og kom til fleiri møguleikar. Teir gulu og bláu tóktist væl fyri, men eftir eitt korter sendi Fernandinho bóltin í  egið mál, eftir hornaspark. Belgia spældi nú við sjálvsáliti, tá teir fóru í mótálop. Tað var eisini upp á mótálop, at Belgia økti. Romelu Lukaku vendi við bóltinum og setti ferð á. Tað endaði við, at Kevin De Bryune meddaði til uttanfyri brotsteigin og í málið við handari stong. 

 

Brasil skifti longu í hálvleikinum og sendi áleypara, Roberto Firmino, á vøllin. Tað gav úrslit, tá eisini Renato Augusto kom á vøllin. Philippe Coutinho lyfti bóltin innfyri til miðvallaran, sum stútaði bóltin í málið.

 

Brasil trýsti seinastu løtuna, og helst skuldu bæði Renato Augusto og Philippe Coutinho havt javnað fyri Brasil. Í yvirtíðini vildi Neymar eisini hava brotsspark, men dómarin segði nei. Brasil hevði munin leikliga í fyrra hálvleiki, men Belgia skoraði málini. Tað er var munurin.

 

Frakland og Belgia skulu nú spæla í aðrari hálvfinaluni. Í morgin fáa vit at vita, hvør skal møtast í hinar hálvfinaluni. Klokkan 15 spæla Ongland og Svøríki, meðan Russland og Kroatia spæla klokkan 19.

 

Fjórðingsfinala:

Brasil – Belgia 1-2 (0-2)

0-1 Fernandinho, 13 sjálvm

0-2 Kevin De Bryune, 31

1-2 Renato Augusto, 76