Hann megnaði ikki at fáa Brasil longri enn til fjórðingsfinaluna og valdi at lata fleiri stór nøvn verða eftir, tá ferðalagið fór til Suðurafrika. Nú er fyrrverandi liðskiparin á brasilska landsliðnum, Carlos Dunga, koyrdur frá sum venjari hjá brasilska landsliðnum saman við øllum sínum hjálparfólkum.
Tá Carlos Dunga kom heim frá Suðurafrika visti hann ikki av at hann varð koyrdur.
- Eg fari at slappa av í einar tvær vikur og tá forsetin í fótbóltssambandinum kemur aftur úr Afrika, fara vit at tosa um tingini. Tað er avgerandi hvat hann sigur um støðuna hjá mær, segði Carlos Dunga tá.
Hóast Ronaldo og Adriano eru farnir heim til Brasil at finna gamla formin fram aftur, so slapp hvørgin við. Tað gjørdu AC Milan leikararnir Ronaldinho og Pato heldur ikki. Serliga væntandi úttøkan av Ronaldinho hevur verið kritisera. Til tíðir manglaði brasilska landsliðið hugflog í álopspartinum og tað meta fleiri, at Ronaldinho hevði kunna givið liðnum.
- Eg havi arbeitt við nøkrum fantastiskum leikarum og vit hava bara tapt seks dystir í mínari tíð sum landsliðsvenjari. Vit eru eisini Copa America vinnarar, segði Carlos Dunga tá.
Sostatt fekk Carlos Dunga ikki tíð at njóta feriuna, áðrenn hann var koyrdur úr starvinum. Tað verður mett, at fyrrverandi AC Milan venjarin, Leonardo, verður nýggjur landsliðsvenjari hjá Brasil.