Brasil hevur tyngd í álopinum

Altjóða fjølmiðlar bera nú tíðindi um, at brasilski álopsspælarin Ronaldo vigar fimm kilo meira, enn hann gjørdi undir HM fyri fýra árum síðani. Brasilsku landsliðsspælararnir vórðu vigaðir nú um dagarnar, og onkursvegna er kilotalið hjá Ronaldo likið til fjømiðlarnar. Ronaldo vigaði 78 kilo fyri fýra árum síðani, og nú sigur vektin 83 kilo. Sjálvur heldur Ronaldo lítið um prátið um hansara vekt.- Hetta er eingin trupulleiki, og tað órógvar meg als ikki. Fólk hava tosað um mína vekt so leingi, at nú taki eg tað bara sum skemt, sigur Ronaldo við Reuters.