Brasil fær ikki viðhald

(HM 2014) Í gjárkvøldið kunngjørdi FIFA at Brasil ikki fær viðhald í síni kæru um leikbannið til liðskiparan Thiago Silva.

Fríggjakvøldið fekk brasilski liðskiparin Thiago Silva gult kort í dystinum móti Kolumbia. Gula kortið hevði við sær, at brasilski liðskiparin nú er leikbannaður til hálvfinaluna móti Týsklandi í kvøld.

 

Brasilska fótbóltssambandið valdi eftir dystin at kæra gula kortið hjá liðskiparanum, av tí at teir ikki mettu at hann skuldi hava gult kort.

 

Les eisini: Brasil kærir leikbannið hjá Thiago Silva

 

Nú er FIFA komið til eina niðurstøðu og niðurstøðan er tann, at Brasil ikki fær viðhald í síni kæru.

 

Sostatt má Brasil vera liðskiparan fyri uttan í kvøld. Harafturat er brasilska stjørnan Neymar heldur ikki á liðnum til hálvfinaluna í kvøld.