Braquet hevur verið í snotiligu upptøkuhølunum hjá Kristoffuri Mørkøre og tikið upp eina EP fløgu. Byrjað varð í januar og í mars var so gott sum komið á mál. Ljóðbland og annað er eisini farið fram í somu upptøkuhølunum.
Braquet er andaligur bólkur, sum tó ikki kann trýstast undir heitið gospel, metir Arni Zachariassen úr Braquet.
- Talan er um rocktónleik. Harðan og progresivan rock, men limirnir í bólkinum eru andaligir og merkir tað sjálvandi bólkin so ella so, sigur Arni.
Arni og Marni Tyril, ið hevur fyritøkuna Nörd, hava gjørt húsan. Fløgan hjá Braquet kemur út mánadagin, flaggdagin, men bólkurin er eisini við á AME leygardagin við einum bási, har fløgan verður løgd fram.
Og at talan er um eina EP er við vilja, tí so troyttast fólk ikki av so nógvum løgum, men hoyra tað, ið er valt út til at koma á fløguna. Og tað hóskar væl leygardagin, har nógvir útlendskir gestir eru til staðar, ið hava samband við altjóða tónleikaheimin.
Og at klára seg í altjóða høpi, at kunna liva av tónleikinum, er avgjørt ein dreymur hjá limunum í Braquet, sum fyri stuttum var upphitari til stóru Petra konsertina í Føroyum.
- Mær dámar væl Petra, so at hita upp til teirra konsert er ein dreymur, ið gerst veruleiki. Ein kann siga, at teir eiga heiðurin av at eg spæli, sigur Arni.
Konsertferð
Braquet byrjaði í 2001, tá limirnir gingu á studentarskúla í Kambsdali. Í Prix kappingini í 2003 gjørdist tað álvari við venjing og sangskriving, og væl gekst teimum í kappingini, har teir fingu finalupláss. So kom ein steðgur, men 2005 og Prix Føroyar gjørdist startskot til at spæla aftur av álvara.
Í samband við nýggju útgávuna, sum Tutl gevur út, fer Braquet á konsertferð til Klaksvíkar, Fuglafjarðar og Havnina. Til ber at vitja heimasíðuna www.braquetband.com, har tilfar teirra eisini er at hoyra.










